Danskir miðlar samdir: Trump hevur fornemrað drotningina

Næstformaðurin í DF heldur ikki, at Trump skal vitja Danmark yvirhøvur, eftir at hann nú hevur avlýst danmarkarvitjanina.

Veruleikin yvirhálar hugflogið. Hann livur á aðrar planet. Respektlesyt. Eitt fornermilsi.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur valt at útseta annar ætlaðu statsvitjanina í Danmark. Og avgerðin hjá Trump vekjur harma millum fleiri danskar politikarar.

Trump hevur givið avboð, tí at Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, ikki vil kjakast um eina møguliga sølu av Grønlandi til USA:

Framsøgumaðurin í uttanríkismálum hjá Danska Fólkaflokkinum, Søren Espersen, heldur málið vera absurd.

– Vit eru heilt úti í tí avgjørt absurda. Hann hevur fingið eina innbjóðing frá drotningini, so veit hann ikki, um hann kemur kortini,og nú avlýsir hann í 11. tíma, sigur Espersern.

Hann heldur onga orsøk vera til, at Trump finnur nýggja dagfesting til vitjanina.

– Hetta er eitt stórt fornermilsi móti drotningini og hóvi hennara, sum hevur verið í ferð við at planleggja eina statsvitjan, sum verður merkir nakað. Vanliga eru átta til tíggju mánaðir til at fyrireika slíka statsvitjan.

– Tað hevur verið planlagt ógvuliga skjótt, og so kemur hendan barnsliga reaktiónin frá Trump. Fær hann ikki sín vilja, so kann tað vera líka mikið. Tað er sum eitt forkelað barn, sigur Espersen.

Hann metir Danmark sum nærmasta sameinda hjá USA saman við Stórabretlandi.

Fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin, Kristian Jensen, heldur, at hann hevur skapt eina diplomatiska kreppu millum Danmark og USA.

– Tað er farið frá einum stórum møguleika fyri at styrka samskiftið millum sameindar til eina diplomatiska kreppur, skrivar hann á Twitter.

Framsøgumaðurin fyri Grønland hjá teimum Konservativu, kallar framferðin hjá Trump fyri »fornermandi«.

– Sum dani og konservativur er tað ógvuliga ilt at skilja. Uttan nakra orsøk heldur Trump, at ein sjálvstýrandi partur av landi okkara er til sølu, skrivar hann á Twitter tíðliga í morgun.

– Og so avlýsir hann so fornermarður eina vitjan, sum øll longu vóru í ferð við at fyrireika. Eru partar av USA til sølu? Alaska? Vís eitt sindur av respekt, takk.

Pernille Vermund, forkvinna hjá Nýggjum Borgarligu, kallar avgerðina hjá amerikanska forsetanum um at útseta statsvitjanina fyri ódiplomatiska.

– Vit kunnu siga nógv um Trump, men diplomatiskur er hann ikki, skrivar hon á Twitter.

Í nátt skrivaði Trump – sum kom púra óvart á – at hann kortini ikki hevur hugsað sær at vitja Danmark frá 2. til 3. september, sum annars ætlað. Sum orsøk nevndi Trump málið um Grønland.

Fyrrverandi uttanríkisráðharrin Martin Lidegaard frá teimum Radikalu er heldur ikki imponeraður av Trump.

– Halt kipp ikki. Júst tí at Grønland ikki er tl sølu, átti USA at havt allan møguliga áhuga í at kjakast um Arktis við Ríkisfelagsskapin – umframt klima, Miðeystur og so víar, skrivar Martin Lidegaard á Twitter.

Formaðurin í Radikala flokkinum, Morten Østergaard, staðfestir á Twitter, at »veruleikin yvirhálar hugflogið«. Pernille Skipper úr Eindarlistan skrivar á Twitter:

– Trump livir á aðrari planet. Hevur nóg mikið í sær sjálvum og sýnir onga virðing.

 

/ritzau/