Tað fellir ikki í góða jørð millum danska politikarar, at Føroyar ikki setir tiltøk í verk ímóti russiskum skipum, sum framvegis eru vælkomin í føroyskar havnir
Í TV Avísini hjá Danmark Radio í kvøld var hetta evnið høvuðssøgan. Har vísti dannskir politikar sínar ónøgd, millum annað Mette Abildgaard, sum ero politiskt framsøgufólk hjá Konstervativa Fólkaflokkinum, og Peter Skaarup, formaður hjá Dansk Folkeparti á Fólkatingi og Peder Hvelpelund, formaður hjá Enhedslisen á Fólkatingi.
Men enn bendir einki á, at danska stjórnin fer at leggja trýst á landsstýrið, tí á tíðindafundi í Tinganesi í gjár segði Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, at hon ikki blandar seg í, hvussu Føroyar tulka revsitiltøkini hjá ES, hon fegnast bara um, at Føroyar taka undir somu revsitiltøkum, sum ES.
Lesið eisini: Russar flyta ikki fiskin til Russlands
Bill Justinussen, formaður í uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum segði við TV Avísina, at heldur ikki, at danskir politikarar skulu blanda seg í hetta málið.
– Skulu vit kjakast um moral, so eru so óendaliga nógv evni, sum vit kunnu taka upp, segði hann.
Innslagið í TV Avísini kann síggjast her.
##med2##
##med3##
##med4##