Summar Festivalur
Tað eru tríggir garvaðir og sera dugnaligir danskir tónleikarar, sum spæla í bólkinum Thorup, Backhausen og Friis. Teir brúka bluestónleik sum grundarlag, og blues hevur í nógv ár verið við í tí mesta, sum teir takast við.
Peter Thorup verður mettur sum ein av bestu donsku bluessangarum, og í 2004 varð hann heiðraður sum Ársins Bluesnavn. Thorup er eisini kendur frá 60ara bólkinum Beefeaters, og hann hevur eisini samstarvað við Alexis Corner, CCS og Poul Dissing.
Sterk trio
Thor Backhausen er ein meistari, tá ið hann letur sínar fingar dansar á orgli, klaveri ella harmonika. Hann hevur verið nógv brúktur sum sutiotónleikari á útgávum hjá eitt nú Lone Kellerman, Rockbandet og Anne Dorthe Michelsen.
Michael Friis er bassistur, og hann hevur verið virkin í donskum tónleiki síðani 1970ini. Hann spælir tráleysan 5-streingjaðan bassgittar, og tað hevur altíð syrgt fyri einum sermerktum ljóði. Hann hevur spælt við eitt nú Lis Sørensen, Sebastian, Kasper Winding, Erann DD og Paul Banks.
Hetta eru tríggir tungvektarar í donskum tónleiki, sum hava funnið saman í eina sterka og sera vælspælandi trio.