Danskur dómari gremur seg um løn

Claus Bo Larsen hevur seinnu árini verið fremsti fótbóltsdómarin í Danmark, og nú ger hann vart við, at dómararnir fáa ikki nóg góða løn fyri at døma dystir í Danmark. Hann heldur, at meðan øll onnur í samfelagnum hava fingið lønarhækkingar seinnu árini, hava dómararnir ikki fylgt við. Dómarar fáa 8000 krónur fyri at døma ein dyst í superliguni. Samráðingar um løn verða í næstum.