Danskur fiskiskapur gevur minni

Tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár hevur danskur fiskiskapur samanlagt tjent 19% minni enn somu mánaðir í fjør Í virði er talan um eina minking, bæði í ídnaðar-og matfiskiskapi, men samlaðu nøgdirnar í matfiskiskapi eru kortini øktar í hesum tíðarskeiði.

Fiskeridirektoratet hevur júst almannakunngjørt tøl fyri fyrsta ársfjórðing fyri brottuvinningin í danskari fiskiveiði.

Ídnaðarfiskiskapur hevur hesar fyrstu tríggjar mánaðirnar hava eina bruttutjening upp á 46 miljónir krónur, sum er ein minking upp á 55% í mun til somu mánaðir í fjør. Nøgdirnar í hesi veiði eru minkaðar 45%.

Veiðan eftir brislingi hevur givið 35 miljónir krónur, sum er ein minking upp á 12%, og veiðan eftir hvítingi hevur givið 10 miljónir krónur, sum er heili 82% minni enn fyrsta fjórðingsár í fjør.

Í veiðini eftir matfiski var bruttotjeningin 58 miljónir krónur lægri í ár enn í fyrsta ársfjórðingi í fjør. Hetta er ein minking upp á 11%. Í nøgd var talan kortini um ein vøkstur upp á 9%. At matfiskurin kortini gav minni, kemst av, at miðalprísurin hevur verið 18% lægri í ár enn í byrjanini av 2007.

Toskur, sum plagar at standa fyri umleið einum triðingi av samlaðu matfiskalandingunum hjá donskum fiskiførum, hevur havt eina góða byrjan í ár. Landaðu nøgdirnar eru 5% minni í ár, men á hinari síðuni er miðalprísurin øktur við 6%.

Prísurin á reyðsprøku hevur verið hin sami í ár sum í fjør, men landaðu nøgdirnar eru minkaðar við heili 25%. Miðalprísirnir á tungu, sild og jomfrúhummara hava verið lægri í ár, meðan onnur krabbadýr ? íroknað hestarækjur - hava havt størsta prísvøksturin, nevniliga 69%.