Danskur flokkur við geva Grønlandi loysing

Um Grønlandi ynskir tað, so vil danski flokkurin Alternativet, lata landið gerast sjálvstøðugt, sigur flokkurin í nýggjari fráboðan. 

 

Alternativet leggur nú upp til, at støðan hjá Grønlandi í grundlógini verður broytt til eina sjálvbodna sameiningaravtalu – um tað er tað, sum grønlendingar vilja.

 

– Um ynskið kemur frá grønlendingum um at broyta ríkisfelagsskapin til ein frælsan felagsskap, so stuðla vit tí, sigur framsøgumaður floksins í grønlendskum viðurskiftum, Roger Courage Matthisen, við Grønlendska blaðið Sermitsiaq.

 

Hetta er ein liður í einum størri útspæli um altjóða politikk, sum Alternativið leggur fram mánadagin og seinni fer at leggja sum uppskot fyri Fólkatingið.

 

Fleiri aðrir flokkar hava víst á, at sjálvstýri ikki er búskaparliga møguligt. Roger Courage Matthisen heldur, at vit eiga at venda orðaskiftinum á høvdið.

 

– Grundleggjandi halda vit, at vit ikki eiga at lata okkum avmarka av politikki, sum vit kenna okkum noydd at reka, tá vit menna okkara hugsjónir.

 

– Vit mugu halda uppat við at banka grønlendingar í hvødið við blokkstuðlinum ella grundlógini, tá tey menna ein politikk fyri einum meira sjálvstøðugum landi, sigur hann.

 

Forkvinnan í danska Javnaðarflokkinum, Mette Frederiksen, gloppaði dyrnar fyri grønlendskum sjálvstýri í sambandi við valið í Grønlandi.

 

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur víst á, at ein grønlendsk grundlóg, sum ikki samsvarar 100 prosent við grundlógina, verður fatað sum ein útmelding úr ríkisfelagsskapinum.

 

Alternativið heldur, at danskir politikarar eiga at aftra seg við slíkum útmeldingum.

 

– Rúm má vera fyri, at Grønland kann menna sín egna politikk í praksins, sum til dømis í grundlógarnevndini, sigur Roger Courage Matthisen.

 

Hesin boðsakapurin kemur beint áðrenn ríkisfundin, sum verður í Føroyum mánadagin og týsdagin.

 

Tá hittast Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, Aksel V. Johannesen, løgmaður og Kim Kielsen, landsstýrisformaður á árliga ríkisfundinum, sum hesaferð verður hildin í hjallinum Skerpa við Leynavatn.

 

/ritzau/