Um stutta tíð fer ein av fyrstu juridisku monnunum í Danmark at føða sítt fyrsta barn. Hetta ljóðar næstan óveruligt, men kann saktans lata seg gera.
Í 2018 kann ein maður gerast við barn; hann kann bera eitt barn undir belti í nýggju mánaðir og at enda føða barnið.
Danska blaðið Politiken skrivar um Mikkel, at hann er í byrjanini av 30-árunum og starvast til dagligt sum lækni. Og nú verður hann millum fyrstu menn í Danmark, sum skal føða eitt barn.
- Tað kann vera, at eg gerist fyrsti maður, sum føðir eitt barn í Danmark, men eg verið neyvan hin seinasti, sigur hann við blaðið.
Mikkel er føddur sum kvinna, men tá hann var í byrjanini av 20-árunum, fann hann út av, at hann er ein transpersónur og byrjaði tá sína transformatión frá kvinnu til mann við hormonviðgerð.
Í 2016 skifti Mikkel kyn juridiskt. Tað merkir eitt nú, at hansara cpr-nummar endar við ólíkatali í staðin fyri við einum líkatali, og í skipanum varð hann tá skrásettur sum maður.
Nú umleið tvey ár seinni verður hann ein av fyrstu monnum í Danmark, sum juridiskt sæð er maður, men sum nú skal fáa eitt barn. Terminin er um fýra vikur.<iframe width="1" height="1" allowtransparency="true" webkitallowfullscreen mozallowfullscreen allowfullscreen marginwidth="0" marginheight="0" hspace="0" vspace="0" frameborder="0" scrolling="no"></iframe>
Men støðan, sum Mikkel er í, hevur ikki altíð verið møgulig. Fram til 11. juni í 2014 var ein lóg í gildi sum segði, at skuldi kvinna juridiskt kunna gerast maður, var neyðugt við kynsrættaðari viðgerð.
Fyrr í tíðini skuldi tú eitt nú steriliserast, áðrenn tú kundi skifta kyn, men soleiðis er ikki longur. Tí varðveitti Mikkel sína lívmóður, og tí kann hann nú føða eitt barn.
Sjálvt um Mikkel er eydnusamur yvir at skula føða, eru ymiskar avbjóðingar í donsku heilsuskipanini, tí skipanin er jú slett ikki von við, at menn gerast við barn.
Politiken skrivar, at Mikkel kallast ikki Mikkel í veruleikanum, men hann hevur ikki hug at avdúka sín identitet alment, tí tað er ikki øll í hansara umhvørvi sum vita, at hann er transpersónur.
Tó leggur blaðið dent á, at tey vita identitetin hjá manninum, sum talan er um í hesum greinastubba.