Danskur ráðharri vil hava AI-strategi fyri útbúgvingar

Danska stjórnin fer at gera eina nýggja strategi fyri, hvussu vitlíki (AI) skal brúkast í útbúgvingarskipanini.

Tað sigur granskingar-, útbúgvingar- og talgildingarráðharrin, Christina Egelund, við TV 2 Kosmopol.

 

– Hetta er ein stór uppgáva, og tí er tað ein høvuðsprioritering hjá mær at fáa eina strategi fyri nýtsluna av AI í útbúgvingarskipanini, sigur hon.

 

Endamálið er millum annað at tryggja, at vitlíki ikki verður brúkt til svik í undirvísing og til próvtøkur.

 

Útmeldingin kemur, eftir at fleiri próvdómarar á Copenhagen Business School (CBS) hava ávarað um vaksandi nýtsluna av vitlíki millum lesandi.

 

Sambært Berlingske hevur blaðið fingið innlit í 40 frágreiðingar frá uttanhýsis próvdómarum. Fleiri teirra halda, at próvtøkuhátturin eigur at broytast.

 

Ein próvdómari sigur, at í tveimum av trimum ritgerðum var AI brúkt í so stóran mun, at tey lesandi ikki megnaðu at greiða frá stórum pørtum av tí, tey sjálvi høvdu latið inn.

 

Fleiri próvdómarar halda, at trupulleikin er, tá vitlíki tekur yvir sjálva læringargongdina hjá teimum lesandi.

 

Tí verður mælt til, at skrivligar heimauppgávur framyvir eisini verða fylgdar upp við einari munnligari verju, so lesandi kunnu vísa, at tey skilja egna arbeiðið.

 

Sambært Christina Egelund skal nýggja strategiin gerast í tøttum samstarvi við útbúgvingarstovnarnar.

 

Myndatekstur:

 

Danski granskingar-, útbúgvingar- og talgildingarráðharrin Christina Egelund vil hava eina felags strategi fyri, hvussu vitlíki skal brúkast í útbúgvingarskipanini. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)