Danskur superbilur í heimsklassa

Danski superbilurin Zenvo ST1 var ivaleyst tann bilurin, sum vakti størst ans á bilaframsýningini í Bella Sentrinum í mars

Ein av mest spennandi bilunum á bilaframsýningini í Bella Sentrinum var danski superbilurin Zenvo ST1. Bilurin er designaður av donsku designarunum Jesper Hermann og Christian Brandt, sum eiga desingfyritøkuna Hermann & Brandt.


Menninir aftanfyri Zenvo Automotive eru Jesper Jensen og Troels Vollertsen, sum báðir hava stóran áhuga í superbilum og rasarabilum. Bilurin hevur V8 motor við 1.104 hestakreftum, koyrir frá 0-100 km/t upp á 3 sekund, og toppferðin er 375 km/t.


Bilurin hevur V8 motor við 1.104 hestakreftum, koyrir frá 0-100 km/t upp á 3 sekund, og toppferðin er 375 km/t.


Troels Vollertsen segði í samrøðu við Bilradio á Rás2, at Zenvo kemur at kosta um 16 milliónir krónur at keypa í Danmark, harav danski staturin fer við umleið 10 milliónum. Sum skilst hevur Zenvo Automotive longu fingið fleiri fyrispurningar upp á Zenvo ST1, sum ikki verður seldur uttan at eigarin hevur sæð og royndarkoyrt bilin.


Troels Vollertsen sigur, at Zenvo ST1 er ein hondgjørdur superbilur í heimsklassa, og ætlanin er at gera tilsamans 15 bilar.