Danskur verjuspælari venur við HB

21 ára gamli Jeppe Schultz hevur spælt á fleiri av yngru donsku landsliðunum

Ein danskur verjuspælari er hesa vikuna millum teir, sum eru við í HB fyrireikingunum til nýggja kappingarárið.

HB hevur síðani fyrst í hesum mánaðinum vant undir leiðslu av nýggja danska venjaranum Jens Berthel Askou. Tá ið HB og nýggi venjarin skrivaðu undir sáttmála varð sagt, at ætlanin var at fáa fleiri nýggjar spælarar at styrkja um liðið.

Nú er nakað síðani, at 24 ára gamli danski miðvallarin Mathias Nygaard, sum áður hevur spælt við FC Fredericia, legðist aftrat.

Í hesi vikuni er ein danskur spælari og royndarvenur við HB. Talan er um 21 ára gamla Jeppe Schultz. Hann er vinstrabeintur og sigst hava góðan bóltførleika. Nú meta HB venjarin og felagið um, um hann er rætti maðurin at lyfta arvin eftir Lasse Andersen, sum eftir kappingarenda í oktober flutti aftur til Danmarkar.

Jeppe Schultz, sum er føddur 20. august 1998, hevur síðsta árið spælt við FC Sydvest á Fyn í 2. deild, sum er triðibesta danska deildin. Hetta er sama deildin, sum Lasse Andersen spældi í, áðrenn hann fór at spæla við HB.

Jeppe Schultz hevur áður spælt við Esbjerg fb, og tá var hann á U-15, U-16, U-17 og U-18 landsliðunum. Eftir langan skaðasteðg varð hann fyri einum ári síðani útleigaður til felagið á Fyn, har hann hevur staðið seg væl.

Nú er hann leysur av sáttmálanum við Esbjerg fB og FC Sydvest. Um nakrar dagar fæst at vita, um hann í 2020 verður at síggja í HB miðverjuni.