Danskur vongur til Klaksvíkar

Martin Ritto, sum í fjør spældi við VÍF, og sum byrjaði hetta kappingarárið við Kyndli, skal nú spæla við Team Klaksvík

 

 

Norðlýsið skrivar, at avtala er gjørd millum Team Klaksvík og Martin Ritto.

- Vit vistu, at hann var givin i Kyndli, so vit spurdu, um hann hevði hug at koma til okkum, og tað hevði hann, sigur Svein Rógvi Ljósstein, venjari hjá Team Klaksvík, við Norðlýsið.

Hann sigur víðari, at tað fyrst og fremst er sum vongspælari, at danski styrkurin er ætlaður, men at hann eisini kemur at røkja onnur pláss á liðnum hjá Team Klaksvík.