Dart: Bogi í serflokki

Hann lukkaði við 11 pílum, sum ikki er hent síðani 1996

Um vikuskiftið var 3. umfar í FM kappingini í dart. Umfarið fer í søguna fyri tvey sett, sum Bogi Isaksen vann í finaluni. Her megnaði hann tvey sett upp í slag at lukka við fyrst 11 pílum, og síðani 12 pílum. Tað er óhoyrt í dart í Føroyum verður sagt.

 

Tað er rár hending, at teir bestu í heiminum megna at spæla frá 501 til null upp á níggju pílar. Tá skulu allir pílarnir raka at kalla perfekt. Hetta er ongantíð klárað í Føroyum, men søgan sigur at menn hava klárað tað við tíggju pílum, men tó bert til venjing.

 

Ikki síðani 1996 hevur ein spælari megnað at lukka við 11 pílum í kapping, men tað var júst tað, sum Bogi Isaksen gjørdi, tá hann í einari av finalunum vann 5-3 á Jan McIntosh. Tað var í sjeynda setti við støðuni 3-3, at klaksvíkingurin framdi bragdi, men ikki nokk við tí. Í áttanda og seinasta settinum lukkaði hann við bara 12 pílum. Úr føroyska dartumhvørvinum verður sagt, at hetta er púra óhoyrt.

 

Uni Árting vann hina FM kappingina í 3. umfari, meðan Lýdia á Smið er nýggja stjørnuskotið hjá kvinnum. Hóast hetta bara er aðru ferð, at hon luttekur í einum FM umfari, so vann hon báðar kappingarnar sannførandi.

 

Tað eru tíggju FM kappingar, har spælt verður um at koma til FM finaluna. 32 menn og 8 kvinnur sleppa til finaluna.