Um 10-tíðina fyrrapartin hósdagin trygdarlendi eitt Dash-8 flogfar við 33 ferðafólkum umborð í Kangerlussuaq í Grønlandi.
Tað sigur vaktleiðarin hjá Air Greenland, Mads Lynge, við Sermitsiaq.
Hann vísir á, at tað er altíð ein ávís uppgáva, tí flogfar trygdarlendur, tí neyðugt er við tilbúgving. Sama er, tá trygdarlent verður í Kangerlussuaq, har tilbúgving er til reiðar at taka ímóti flogfarinum.
- Men, støðan tørnaði væl út, og tað væntaðu vit eisini, leggur vaktleiðarin aftrat.
Flogfarið var á við úr Paamiut til Narsarsuaq, tá tað fekk tekniskar trupulleikar, og avgjørt varð at trygdarlenda í Kangerlussuaq.