Datt í haganum og meiddi sær beinið

Annars sigur løgreglan, at tað hevur verið stak friðarligt

Í gjár var halgidagur og tá var ikki loyvt hjá skeinkistøðum og dansihølum at hava opið eftir midnátt og løgreglan sigur eisini, at tað hevur verið stak friðarligt.

Men beint fyri døgverða í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at eitt fólk, sum var farið í hagan, hevði meiðslað sær beinið. Tað var eitt fólk, sum var farið í hagan og var við Skarðsbygd í Kunoynni, tá ið viðkomandi var áhaldsin og datt, og fekk skaða í beinið.

Løgreglan sigur, at tyrlan varð sent at hjálpa og viðkomandi varð fluttur á Landssjúkrahúsið.

Beint eftir døgverða rendu tveir bilar saman í Søldafirði. Eingin fólkaskaði var, men bilarnir fingu skaða. Løgreglan veit ikki hví óhappið hendi, men tað royna tey nú at fáa greiði á.

Í gjár var skírisdagur og tá skuldi øll skeinkistøð og dansistøð, lata aftur klokkan 23.45. Tað var heldur ikki loyvt at hava dans, ella spæla livandi tónleik.

Og løgreglan sigur, at tað tey vita, var hetta hildið allastaðni.