Sveinur Tróndarson
Onkuntíð vísir lívið seg frá síni bjartastu síðu. Eisini tá tað sær svartast út, og tá tað bjarta er so torført at fáa eyga á.
Um fýratíðina hósdagin var ellivu ára gamli Kjartan Festirstein á veg út á Argir, har hann býr, men hesaferð hevði hann lagt sær leiðina fram við fjøruni.
Sum so einki óvanligt, at smádrongir gera slíkt, men júst henda dagin kundi satt óhapp staðist av, var hann ikki so heppin.
Kjartan hevði verið í musikkskúlanum til venjing, men av tí at hon var útsett, valdi hann at fara aftur til hús.
Komin út til skúlan á Argjum, ella har um vegir, kemur ein hvirla og tekur í hornkassan, sum hann hevði í hondini. Kassin fór á flog, og sjálvsagt royndi Kjartan at fáa hendur á honum aftur.
Men ólukkutíð fyri hann, varð hann tikin út við brotunum, og áðrenn hann vardi var hann rikin langt út frá landi.
So raskur, sum hann er gjørdi hann tað einasta rætta. Hann rópti alt tað hann var mentur, eftir hjálp, og mín sann, um hann ikki varð hoyrdur.
Løtu seinni tóku teir báðir Hannus og Høgni í hann og fingu hann aftur til lands, har bjargingarfólk frá sløkkiliðnum fingu givið honum turt upp á kroppin áðrenn hann varð koyrdur á sjúkrahúsið.
Har lá hann til eftirlit til hann varð útskrivaður fyrrapartin fríggjadagin.