Dávavirkið selt - men ikki til fiskavirking hjá Poul Horsdal

Eitt partafelag undir stovnan í Klaksvík, við Leivi Fonn og Høgna Høgnesen yvirtekur í nærmastu framtíð bygningin, men tað verður ikki til fiskaframleiðslu at hann skal brúkast

Dávavirkið í Klaksvík fær í nærmastu framtíð nýggjar eigarar.

Tað er eitt partafelag við Leivi Fonn og Høgna Høgnesen, sum keypir bygningin.

Teir báðir eru væl kendir í vinnulívinum í Klaksvík. Leivur Fonn rekur fyritøkurnar Fonn-flog og Fonnco, og Høgni Høgnesen rekur blikksmiðjuna.

Sølan er ikki endaliga avgreidd enn, men Høgni Høgnesen væntar at alt pappírarbeiði er endaliga avgreitt innan tvær vikur.

? Fíggingin er uppá pláss og partafelagið er undir stovnan. Stórt sæð er tað einasta sum manglar at gjalda fyri bygningin.


Ikki til fiskivinnu

Men hvør er so ætlanin hjá hesum báðum. Ætla teir sær inn í fiskivinnuna?

? Nei, tað er ikki tí vit hava keypt virkið. Vit hava aðrar ætlanir við virkinum.

Dávavirkið er ikki í góðum standi og skal tað brúkast til fiskavirking skulu nógvar ábøtur gerast á virkinum.

Heilsufrøðiliga starvsstovan eigur tí at fegnast um, at virkið skal brúkast til onnur endamál.

Men hvat tað er vil Høgni Høgnesen tó ikki út við enn.

Hann vil tó siga so mikið, at teir hava hugsað um oljuvinnuna tá teir hava keypt virkið.

? Tað ljóðar kanska eitt sindur løgið, eftir sum at øll oljan, sambært metingum, liggur sunnanfyri Føroyar, men vit rokna við, at tað eisini fer at merkjast her norði.


Leigarar halda fram

Høgni Høgnesen leggur afturat, at virkið er so stórt, at teir ikki fáa brúkt alt plássið sum er.

? Har eru leigarar í húsinum og teir halda fram at verða har. Umframt tað, so eru eisini aðrir sum hava áhugað at sleppa inn at leiga, sigur hann.

? Tað verður, sum nevnt, eitt partafelag, sum skal eiga bygningin, og tey ella teir sum fara at hava virksemi í bygninginum koma so at leiga frá partafelagnum og hetta verður eisini galdandi fyri møguligt virksemi hjá okkum sjálvum, sigur Høgni Høgnesen


Góður prísur

Kostnaðurin fyri Dávavirkið er 1,3 mió. krónur.

Í tí prísinum er sjálvur bygningurin og eitt grundøkið uppá 3.000 fermetrar.

Tá hugsað verður um hvar bygningurin liggur og støddina á grundøkinum, so má tað sigast at verða bíligt.

Og tað er Høgni Høgnesen ikki heilt ósamdur í.

? Sum so er prísurin ikki so høgur, men tá hugt verður eftir bygninginum, so sæst, at hann er ikki í so góðum standi.

Me tá keypsprísurin er so lágur, so er ikki tvingandi neyðugt hjá nýggju eigarunum at byrjað virksemi í bygninginum yvir háls og herðar.