David Müller til Vejle BK

Sonur fyrrverandi landsliðsáleyparan skiftir felag

18 ára gamli David Müller hevur skift frá AC Horsens til Vejle BK. Ungdómsspælarin spælir javnan á føroyska U19 landsliðnum, sum mundi vunnið seg víðari úr innleiðandi undankappingini.

 

- David Müller er 98’ari og kemur frá AC Horsens. Hann hevur valt at royna seg her seinastu seks mánaðirnar av tíðini sum ungdómsspælari. Hann arbeiðir ótrúliga hart fyri at vísa sínar dygdir. Hann er ein skjótur og arbeiðssamur spælari, ið tekur fótbóltin í álvara. Bæði hvat mati og kroppinum víðvíkur, sigur Claus Troelsen, ið er venjari hjá U19 liðnum hjá Vejle.

 

Eins og pápin, Jan Allan Müller, sum í síni tíð var áleypari á føroyska landsliðnum, so er David Müller áleypari.

 

- David Müller hevur sínar styrkir í álopinum. Hann er framsøkin í brotsteiginum og vil gjarna skjóta mál. Hann kann spæla á fleiri plássum, men bestur sum áleypari, sigur Claus Troelsen við heimasíðuna hjá Vejle BK.

 

David Müller er føddur 30. juni í 1998. Hann hevur fyrr spælt við Horsens fS og AC Horsens, men skal komandi hálva árið spæla við Vejle BK, har Viljormur Davidsen er stórur partur av besta liðnum.