Vísa hondbólt á stórskíggja í Vágsbotni

Á middegi verður stórhending í føroyskum hondbólti víst á stórskíggja í Vágsbotni.

 

Tí tá bresta føroysku og donsku U20 hondbóltslandsliðini hjá monnum saman í EM-endaspælinum, sum er í Porto í Portugal.

Danmark er greiður favorittur móti føroyska U20 landsliðnum, og 12 altjóða veddingarfyritøkur vænta danskan sigur á Føroyum í EM-debutini á middegi.

Men Føroyar hevur sín mest talentfulla hóp higartil, so vit hava kortini góðar vónir.

Nú er heldur vátt í Vágsbotni, men hann sigur turrari seinni. Sambært norska yr.no, so slítur í á middegi, men sambært DMI, so slítur ein tíma seinni ella so.

 

##med2##

 

Í sambandi við at dystirnir verða vístir á stórskíggja í Vágsbotni hevur Tórshavnar kommuna hesa kunning:

 

Í sambandi við at EM-endaspælið hjá U20 í hondbólti sum verður víst á stórskíggja í Vágsbotni, verða hesir vegirnir stongdir hósdagin 7. juli, fríggjadagin 8. juli og sunnudagin 10. juli fyri allari ferðslu frá kl. 11.30 til 14.00:

 

  • Mylnugøta
  • Bryggjubakki
  • Ferðsla frá Tórsgøtu fer einvegis eftir Vágsbotni út á Skálatrøð