Næst seinasta samdøgur hevði Svøríki heili 6.526 nýggjar koronu-tilburðir, og soleiðis er samlaða talið av svium, sum hava verið ella eru fongdir við covid-19, farið upp um eina miljón.
Fólkaheilsumyndugleikarnir í Svøríki upplýsa, at almenna talið av staðfestum smittaðum, síðan koronu-farsóttin tók seg upp fyri góðum ári síðan, nú er komið upp á 1.002.121.
Sjey deyðføll vóru í Svøríki seinasta samdøgur, sum kunnu knýtast til koronu, og samlaða talið av deyðum í Svøríki - við ella av koronu - er nú komið upp á 14.158.