Eitt tangaskip er rakt av einari rakett út fyri Oman.
Tað veit bretska eftirllitstænastan, UKMTO (United Kingdom Maritime Trade Operations) at siga í morgun.
Hendingin fer fram samstundis, sum spenningurin millum Iran og USA um eftirlitið við Hormussundinum veksur.
- Álopið hendi einar 13 fjórðingar í ein landsynning úr Limah í Oman, upplýsir bretska eftirlitstænastan.
Myndugleikarnir kanna nú hendingina.
Tað var hin 28. februar í ár, at USA og Ísrael lupu á Iran.
Hin 17. juni varð ein fyribils vápnahvíldaravtala fingin í lag millum Iran og USA, men líkt er ikki til, at nógv virði er í hesi avtalu í løtuni.










