Deftones á Roskilde Festivalin

Í gjár avdúkaðaði Roskilde Festivalurin 5 nýggj nøvn, umframt at vátta, tað ið øll longu vistu, at enski Morrissey spælir á festivalinum. Kendasta navnið av hinum, ið vóru avdúkaði var amerikanski rokkbólkurin Deftones.


Hini nøvnini eru finsku Birdy Nam Nam, svensku Steve Angello & Sebastian Ingrosso, cubansku Free Hole Negro og brasilski Marcelo D2
 
Konsertin við Morrissey á Roskilde 2004 er ein konsert, ið hann sjálvur sigur, vera eina tí bestu hjá  honum nakrantíð. Enski sangarin og sangskrivarin er kendur sum slóðbrótandi og annarleiðis. Í apríl kemur 8. fløgan við Morrissey,sum einstaklingi, og hon fer at eita Ringleaser of the Tormentors, hetta merkir, at Morrissey ferð at borðreiða við nýskrivaðum tónleiki á Festivalinum.
 
Eisini Deftones umboða sína tónleikagrein væl, og teir spæla harðan og villan rokk, ið fer gjøgnum merg og bein.