Deildarleiðarin á Matrikkulstovuni verður verðandi

Deildarleiðarin á Matrikkulstovuni, Ronnie Thomassen, hevur framvegis starvið sum deildarleiðari.

Tað sigur fyribilsstjórin á Umhvørvisstovuni, Ari Johanneson, ið váttar fyri Miðlahúsinum, at hann hevur tikið ætlanarskrivið aftur, og at Ronnie Thomassen sostatt byrjar aftur í starvinum í morgin.

Ronnie Thomassen hevði annars fingið ætlanarskriv frá undanfarna stjóranum, Peturi Nielsen, tí at eftir ætlan skuldi Matrikkulstovan leggjast saman við aðrari deild, og neyðugt var sostatt ikki við tveimum deildarleiðarum.

Samstundis boðar Ari Johanneson frá, at tær bygnaðarbroytingarnar, ið farið var undir at fremja undir Peturi Nielsen, eru steðgaðar, og Matrikkulstovan og deildin Tinglýsing og Fólkayvirlit vera sostatt verandi tvær sjálvstøðugar deildir - fyribils í øllum førum.