Deildirnar skifta navn

So skulu vit aftur venja okkum við nýggj nøvn í bestu hondbóltsdeildunum.

Hondbóltssamband Føroya hevur gjørt nýggjar stuðulsavtalur, soleiðis at besta mansdeildin í hondbólti nú eitur Okkara-deildin og besta kvinnudeildin eitur SMS-deildin. Hetta skrivar hondbóltssambandið á heimasíðu sínari í dag.


– Vit vilja fegin stuðla føroyskum ítrótti. Stór menning er farin fram í hondbólti seinastu fáu árini, og vit vilja gjarna gera okkara til, at menningin kann halda fram. Vit hava tí valt at stuðla báðum deildum, og eg haldi, at Okkara- og SMS-deildin klingar væl, sigur Regin Dalsgaard, marknaðarstjóri í SMS-samtakinum, við hsf.fo.


Kappingarárið hjá Okkara- og SMS-deildini byrjar leygardagin 15. september.