Bæði Víkingur og HB mistu í oddastríðnum í mun til EB/Streym. Báðir partar halda tó, at teir høvdu uppiborið betri. Tað var so nógvur vindur í løtum, at leikara á báðum liðnum mettu tað verða best um dysturin ongantíð varð bríkslaður í gongd.
– Tað er heilt ófatuligt, at dysturin yvirhøvur verður spældur. Tað var kolandi stormur og eg skilji ikki hví dysturin ikki bara bleiv útsettur til í morgin. Tað var snøgt sagt ikki spælandi, sigur liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen, sum bleiv útvístur stutt fyri tíð.
– Eg haldi eisini, at dysturin burdi verið útsettur orsaka av veðrinum, men tað vísur seg at skula nógv til í Føroyum áðrenn eitt dystur verður útsettur, staðfestur miðverjin hjá HB, Vagnur Mohr Mortensen.
Serliga í fyrra hálvleik var vindurin nógvur. So nógvur, at tað í løtum var torført hjá Teiti Gestsson í HB málinum at fáa bóltin úr egnum brotsteigi.
Hóast mótvind, so var tað HB, ið kom leikliga betri frá fyrra hálvleiki og hevði onkrar møguleikar. Millum annað hevði Christian R. Mouritsen eitt gott skot, sum Geza Turi bjargaði. Umframt tað, so var eisini um reppið at Víkingur gjørdi sjálvmál eftir hornaspark, men stongin og Geza Turi fingu í felag vart fyri.
Øll málini í seinna hálvleiki
Seinni hálvleikur var bara fýra minuttir gamal, tá HB kom á odda. Christian R. Mouritsen sendi hornaspark innfyri. Bólturin kom retur aftur til Christian R. Mouritsen, sum aftur royndi seg við innleggi. Hesa ferð fór bólturin í hondina á einum leikara hjá Víkingi og so varð brotsspark. Fróði Benjaminsen smekkaði bóltin mitt í mál til 1-0.
Bara fýra minuttir seinni javnaði U21 landsliðsleikarin, Kaj Leo í Bartalsstovu. Hann bleiv spældur leysur í vinstru síðu og rann frá HB verjuni og javnaði fyri Víking.
Tá dysturin var ein góðan tíma gamal kom HB aftur á odda. Jógvan Rói Davidsen fór til stroks í høgru síðu og legði innfyri. Fyrst royndi Fróði Benjaminsen hegnisliga at tveita seg afturav og sparka bóltin í mál, men rakti hann ikki. Bólturin endaði fyri føturnar á Andrew av Fløtum, sum var tryggur úr stuttari fjarstøðu.
Tjúgu minuttir fyri tíð javnaði Hjartvard Hansen fyri Víking eftir uppspæl úr høgru. HB verjan satsar í eini takling, men far hvørki bólt ella mann.
– HB hevur vindin ímóti í fyrra hálvleiki og hvørja ferð Teitur Gestsson sparkaði út fekk hann bóltin aftur í høvdið. Í seinna hálvleiki var tað umvent og tað er eitt sindur keðiligt, at vit ikki eru komin longur í føroyskum fótbólti. Nú hava ein lekkran vøll í Gøtu og HBarnir komu her fyri at spæla fótbólt. Vit eru til reiðar at spæla við, men umstøðurnar gjørdu tað ótrúliga ringt, sigur Atli Gregersen.
Útvísing og kolldøming
Tað vóru serliga tvær støður, sum fekk øði í grindina. Fyrst var tað seinna gula kortið hjá Atla Gregersen, sum hann sjálvur als ikki kundi góðtaka.
– Eg haldi ikki at útvísingin er í lagi, tá hugsað verður um linjuna, ið dómarin hevði lagt, sigur Atli Gregersen, sum nærmast tóktist tveita liðskiparabandið eftir Dagfinni Forná í øðini.
– Nú fá eg sikkurt leikbann í fleiri dystir, tí eg vísti eitt sindur av kenslum eftir útvísingina. Tað er sum um at vit heldur skulu verða sum robottar, sigur Atli Gregersen.
Stutt seinni kom so ein onnur avgerandi løta í dystinum. HB sendi hornaspark innfyri. Víkingar royndu at rudda vekk og bólturin fór beint upp í loft. Tað er her, at føroyski U21 landsliðsskiparin og HB miðverjin, Rógvi Holm, er hægstur og stútar boltin í málið.
Bæði leikarar og viðhaldsfólk halda at talan er um mál, men Dagfinn Forná bríkslar fyri frísparki, tí Rógvi Holm hevur sent knæið í ryggin á leikara hjá Víkingi.
– Vit skora eisini eitt mál til 3-2, sum eg ikki skilji verður kolldømt. Dómarin segði, at tað var tí at Rógvi Holm hevði hoppa við knænum í ryggin á einum verjuleikara, men eg haldi at tað var bara munurin á hæddini á teimum báðum, ið gjørdi at tað sá soleiðis út, sigur Vagnur Mohr Mortensen.
Spenna bein fyri hvørjum øðrum
Við sigrinum á jóansøku rennur EB/Streymur nú aftur frá hinum. Teir eru nú fýra stig frammanfyri Víking, sum nú er á triðja plássi, tí KÍ vann í Klaksvík móti ÍF og liggur á øðrum plássi.
HB er átta stig aftanfyri oddaliðið á fjórða plássi, men hevur ikki mist vónina at fanga EB/Streym aftur, men í gjár spentu liðini bein fyri hvørjum øðrum.