Deja Vu spæla tað sama umaftur

Góða úrslitið í føroysku finaluni í The Global Battle Of The Bands hevur fingið bólkin at halda fast í somu spæliskrá í heimsfinaluni

GBOB

Deja Vu er í góðari venjing, tá bólkurin í kvøld fer á pall í London Astoria, í GBOB finaluni. Seinastu dagarnar hevur Deja Vu verið í venjingarlegu í Keypmannahavn, har bassleikarin Rógvi býr.
- Vit spæla, tey somu løgini, sum vit spældu í føroysku GBOB finaluni, greiðir Rógvi frá, tá vit hitta hann og sangaran Flóvin Viderø í London í gjárkvøldið.
Framførslan av løgunum Wake You Up og Reckless var somikið sannførandi í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, at bólkurin vann á Marius, sum í fjør fekk eitt deilt 6. pláss í heimsfinaluni. So hetta tykist sum ein skilagóð avgerð.
Flóvin, Rógvi og vinmaðurin Rólant brúktu kvøldið í London til eitt sindur av sight seeing, meðan restin av limunum, ið vóru komnir vegin fram hvíldu seg heima á hotellinum. Teir tykjast at hava ein undurfullan avslappaðan hugburð um finaluna. Ringt er at veruliga avlesa hvørjar kenslurnar eru, men tað tykist, sum um bólkurin hvílur í sær sjálvum. Seinasta árið hevur Deja Vu spælt nærum hvørt vikuskiftið, antin sum bólkur ella sangararnir báðir saman. Teir hava stóra rutinu, so tað er veruliga ikki so stór orsøk til alt ov nógv hóvasták.
Stóra rutinan er eisini nakað, ið onkur av hinum tónleikarunum í GBOB finaluni hevur lagt til merkis. Tá vit hitta limirnir í íslendska bólkinum Perla, spyrja teir í øllum førum dúgliga um stóru rutinuna hjá Deja Vu. Perla er ein spildur nýggjur bólkur, teir hava spælt saman síðan mars, og GBOB finalan verður 5. framførslan hjá bólkinum. Teir eru tó allir royndir tónleikarar, og kunnu við sínum progressiva rokki gerast ein jalig uppliving, í øllum førum eru teir stak dámligir.