Tann 23. apríl kemur fløgan hjá Deja Vu loksins út. Hetta er sama dag, sum Atlantic Music Event er í norðurlandahúsinum. Og DejaVu eru við í AME.
Flott fløga
DejaVu koma at leggja fløguna fram 23. apríl og hetta hendir á AME.
Og talan er um eina longi væntaða fløgu og tað er ein flott og dýr fløga, sum nú kemur á marknaðin.
13 løg eru á fløguni og ein bóklingur er við, ið telur heilar 156 síður. Í bóklinginum eru m.a myndirnar, sum limirnir í Deja Vu eisini hava havt á framsýning. Alt, tekstir, myndir og tónleikur, er býtt í kapitlar, so talan er um eina heildaruppliving.
Og tað sum hevur verið at hoyra av fløguni ber boð um, at hetta av sonnum er eitt verk, sum er vert at leggja oyru til, tí góðskan á spæli og ljóði er sera høg. Deja Vu hava gjørt sær ómak og eisini brúkt nógvan pening, nakað meira enn 300.000 krónur.
Niclas Johannesen og Jón McBirnie hava framleitt og Óli poulsen hevur blandað ljóð og hesi nøvn borga eisini fyri góðsku. Og góðska er tað eftir øllum at døma, sum Deja Vu leggur fram tann 23. apríl.