Seinastu tveir mánaðirnar eru tveir spælarar hjá Denver Broncos, sum spælir amerikanskan fótbólt, deyðir. Fyri tveimum mánaðum síðani var Darrent Williams skotin og doyði. Og um vikuskiftið doyði tan nbert 24 ára gamli Damien Nash. Hann spældi við í einum kurvabóltsdysti, sum var til vælgerandi endamál, tá ið hann small um og doyði. Deyðsorsøkin er ikki váttað enn.