Derby úti, og Chelsea koyra á

Arsenal vendi hóttandi tapi til sigur, og Liverpool vann 178. Merseyside uppgerðina, men yvirskriftirnar rann Derby við, tá teir fingu vissu fyri niðurflyting, eftir bert at fáa javnleik á heimavølli móti Fulham

Eftir 32 dystir, og bert 11 stig á talvuni, er tað longu nú greitt, at Derby County Football Club, ikki spælur í Premier League næsta kappingarár. Teir hava sum sagt bert 11 stig, og tað er eitt fitt lop upp til lægstu úrtøkuna í Premier League høpi nakrantíð. Lakastu úrtøkuna higartil hevur Sunderland FC, sum í 2003, bert fekk skavað lúsa 19 stig í skjáttuna.

Derby tóku um vikuskiftið móti Fulham, heima á Pride Park, og var talan um niðasta og næstniðasta lið í Premier League. Bæði málini hjá heimaliðnum tók spanski áloyparin Emmanuel Villa sær av, meðan Fulham málini vórðu skotin av Diomansy Kamara, og so einum sjálvmáli frá Dean Leacock.


Flott »comeback«

Arsenal var í dystinum um vikuskiftið, aftanfyri 2-0 á útivølli móti Bolton, og fingu so eisini ein leikara vístan av vølli. Hóast vána útlit, so megnaði Arsenal at kempa seg upp til javnleik, og í yvirtíðini vóru »The Gunners« eisini so hepnir, at ein Bolton leikari kom til at gera sjálvmál, til mikla gleði fyri ferðandi áskoðarunum hjá London-liðnum Arsenal. Málini hjá Bolton vórðu bæði skoraði av Matthew Taylor, meðan Arsenal málini vórðu skotin av William Gallas, Robin Van Persie og eitt sjálvmál frá J’Lloyd Samuel.


United stórsigur

Aston Villa hevði ikki vunnið á Old Trafford leikvøllinum í Manchester síðan 1983, so útlitini vóru ikki av teimum bestu hjá liðnum úr Birmingham. United skuldi eisini vísa seg at gera hesi útlit enn verri, tá Cristiano Ronaldo skoraði sítt 35. mál í kappingarárinum, og tað við manér. Hann hælaði bóltin framvið vinum og fíggindum í netið, og so vóru lunnar lagdar til kanska ársins dyst, sæð frá Manchester United sjónarhorni. Carlos Tevez, og tvey mál frá Wayne Rooney stongdu og sløktu vónina hjá »The Villains«. Sigurin hjá United er tann sætti á rað í Premier League høpi, og er tað gott fyri sjálvsálitið hjá United, beint undan Champions League dysti teirra móti AS Roma týskvøldið. Premier League støðu »Reyðu Djevlanna« gjørdist ei heldur verri av sigrinum.


Chelsea og Liverpool koyra á

Í 178. Merseyside dystinum millum Liverpool og Everton, eydnaðist tað Liverpool og Fernando Torres at enda omaná, og fara við stigunum. Dysturin varð spældur á Anfield Road leikvøllinum, og vóru tað teir reyðu, ið fingu betru byrjanina. Longu eftir sjey minuttir fekk Fernando Torres møguleikan, og slíkar misnýtur hann sjálvdan, tað vísur toppskjútta listin fyri deildina eisini. Málið hjá Torres er hansara 28. mál fyri kappingarárið, má hann sigast at hava eitt heilt ótrúliga gott fyrsta kappingarár í Onglandi. Væl betur enn væntað, má man siga. Liverpool er nú nærum tryggjað á einum fjórða plássi, ið gevur atgongd til sera umráðandi Champions League plássið, og mongu milliónirnar av pengum, ið við hesum fylgja.

Chelsea hava vunnið sera nógv í seinastuni, og við sigursrøðini seinastu dystirnar hava teir vunnið seg upp um Arsenal. Um vikuskiftið vunnu teir tepurt 1-0 á heimavølli móti Middlesbrough, og var tað verjuleikarin Ricardo Carvalho, ið vann teimum bláu úr London, tey tídningarmiklu stigini. Chelsea eru bert fimm stig aftanfyri United, og beint í hølunum á Chelsea eru Arsenal, so onki er enn avgjørt í Premier League.


Úrslitini í 32. umfari:


Birmingham-Man City     3-1 (Zaráte 2, McSheffrey - Elano)

Bolton-Arsenal               2-3 (Taylor 2 – Gallas, van Persie, s.m.)

Chelsea-Middlesbrough 1-0 (Ricardo Carvalho)

Derby-Fulham                 2-2 (Villa 2 – Kamara, s.m.)

Liverpool-Everton           1-0 (Fernando Torres)

Man Utd-Aston Villa        4-0 (C.Ronaldo, Tevez, Rooney 2)

Portsmouth-Wigan         2-0 (Jermaine Defoe 2)

Reading-Blackburn         0-0 ()

Sunderland-West Ham   2-1 (Jones, Reid - Ljungberg)

Tottenham-Newcastle    1-4 (D.Bent – Butt, Geremi, Owen, Martins)