Desember

Sosialurin er farin undir ein fastan kronikkteig, sum vit kalla tíðargreinin. Fyrstu tíðargreinina hevur rithøvundurin, Oddvør Johansen, skrivað.

So fer hann, desember. Stormur. Skrið. Onkrir sólglottar. Í nakrar dagar er tømingur, turrur vindur sunnanífrá. Úti á víðum havi berjir “Norrøna” seg gjøgnum sjóvarilskuna við ongum stabilisatorum, og flogførini lenda í øllum góðum. Tað lítla flogfelagið strevast fyri at gera viðskiftafólki sínum til vildar. So er tað eykalutir, sum verða fluttir, so sjúklingar, so tónleikarar, og sum dagarnir í desember ganga, síggjast okkara kæru “flytifuglar”, tað unga fólkið, sum er í útbúgving uttanlanda, fjølgast á gøtum og strætum. Tey vilja heim í desember. Heim til brimdunið og hvirlur millum fjøll. Heim til desembermyrkrið og regnið, men eisini heim til ljósið í eygunum á teirra kæru.



Tú vaknar Tollaksmessumorgun í bølamyrkri, nú ið heglingur so grovur sum smágrýti berjir inn á rútin. Sunnudagur.

Uttanfyri sleingjast mínar smáu elektrisku perur higar og hagar. Tær vórðu longu hongdar út á tey smáu granntrøini í november. Hví í november? spyr ein. Jú, tí vit, sum liva so norðarlaga á jarðarkúluni, hava brúk fyri ljósi, smáum bjørtum geislum, sum bleiktra í myrkrinum.

Tað hevur einki við jól at gera. Fyri mær kundi Jesus tað sama verið føddur á Ólavsøku í árinum 6. Fyri meg var og er hann sami fantastiski boðberin, sami stóri nýhugsarin.

Men nú hava nøkur vís fólk eina ferð langt síðani latið hann føðast um sólstøður, og tað er fínar greyðir.

Tó tað halda ikki øll. Til dømis skírir eitt av okkara mætu skøldum jóltíðina  “Jólalygnina”. Hann heldur jólini vera “kapitalisma við turbo”, og hann heldur eisini, at tú og eg keypa okkum fyrigeving fyri alt tað skeiva, vit hava gjørt gjøgnum árið. So østur er yrkjarin, at hann hevur hug at blaka eina hondgranat inn í heila fratið.

Vit skilja hann upp á mangar mátar. Tó – eingin verður tvingaður at fara inn í eina kapitalistiska turbo, tí jólini verða aldri annað enn tað, vit sjálvi gera tey til.



Desember er háárstíð hjá konsertunum. Her er alt, sum tú kanst droyma um: Havnar hornorkestur spælir jólasálmar undir Gamla bókhandli,  útgávukonsertir eru við ungum framherjum, her eru barnafløgur, ráður rokkur, symfoniskar familjukonsertir, og “tað gráa gullið” fer eisini á pall. Kim Larsen, Johnny Logan og Niels Midjord. Her eru oratorii, frumframførslur, kamarkór, kirkjukór, kallakór, Suð, Dropar, Vox, matinéir.Føroyingar lyfta upp sínar røddir í túsundatali, tí jólini gera nakað við okkum. Tey eru av sonnum eitt Magnum Misterium.

Eg upplivi, at erkleraðir fríteinkjarar sláa ring og dansa rundan um tað grøna træið, syngjandi halleluja, halleluja.

Hallo!!



Í útvarpinum spenna tey seg út. Í ein knappan mána verða vit undirdíkt í søtum jólatónum. Bing Crosby  og Frank Sinatra. Her eru ringlandi bjøllur, dalandi flykrur, her eru reinsdjór, sletur og vaniljukransar.

Í mínari verð er ein hin besta sendingin á vetrinum “Metro”, sum Gunnar Nolsøe skipar fyri. Her er nakað óuppgjørt, nakað ekta og ósentimentalt. Livandi menniskju við lagnu og upp- og niðurtúrum luttaka, og tað er ikki oftari enn so, at ein vaski-ektaður arkitektur gevur sítt íkast til eina útvarpssending.. Men í “Metro” hava vit hoyrt Albert Isfeldt, arkitekt, greiða frá ymsum byggilistarliga áhugaverdum støðum. Á ein erligan og óhátíðarligan hátt leiðir hann okkum - á ektaðum havnarmáli - gjøgnum ókendar leiðir, so at gluggar okkara opnast, og vit halda okkum læra eitthvørt.



Í løgtinginum er eitt hússetur hesar fyrstu dagarnar í desember. Val verður útskrivað, og teir (leggið merki til kallkynsformin) kappast nú um at sverta hvønn annan til. Síðan fara teir til jólaborðhald, har teir syngja í dubultkvartett við klaverfylgispæli. Vit kunnu bara vóna, at kvinnurnar nú fara at gera innrás.



Í november- desember gravi eg meg niður í orgultónleikin. Inn í ta friðsomu atventina, sum upprunaliga av sonnum var alt annað enn “kapitalisma við turbo”, men ein føstutíð. Teir gomlu tónameistararnir hava í eini 900 ár givið okkum tilfar, sum heldur, tí tað tolir slit. Johan Sebastian Bach ber prísin. Hann málar við litríkum penslum, og sum tann trúgvandi matematikarin hann er, er nótamyndin full í symbolikki. Orgulkoralirnar eru rætt og slætt ein spegilsmynd av tekstliga innihaldinum, og tú lesur og hoyrir, at allir hesir sekstandapartarnir, ið sveima uppeftir og niðureftir sum firvaldar, mynda einglaskærarnar uppi yvir tí lítla fjósinum.

-    Júmen, hasin krossurin er jú eitt ræðuligt torturinstrument, sigur tann ungi læknin súrliga.

Ja, nettupp! Eitt symbol upp á tortur. Píning.

Hvussu høvdu vit gjørt í dag? Høvdu vit givið honum eina eitursproytu ella spent hann fastan í elektriska stólin? Ella rætt hann við blóðtystum hundum og pínt hann við elektriskum stoytum, sum tey enn gera í siviliseraðum londum?




Í desember vaska tey bilar. Eg standi í bussskýlinum, meðan hundraðtals bilar rúsa framvið. Í teimum flestu situr EITT fólk. Eitt einsamalt menniskja, sum í tankaloysi situr og brennur ta seinastu oljuna á jørðini av, meðan miðlanir upplýsa okkum um Kyoto og CO2- útlát.

Dagurin í dag eitur “Nóa”. Kanska er amerikumaðurin Al Gore ein modernaður Nóa. Nóa, sá fyri sær eitt øðiligt glopraregn við eftirfylgjandi flóðaldu, ið breyt fyri sær og skolaði gjøgnum øll londini niðri við Kaspiska havið. Tí tók hann stig til at smíða eitt veldugt “bingjuskip” við trimum dekkum, einans 14 metrar stytri enn okkara “Norrøna”. (Tann seinasta ístíðin endaði  fyri uml. 8500 árum síðani, høvini hækkaðu munandi, og fleiri mentanir siga frá um hetta skip, ið var bygt eftir nútíðar prinsippum høgt uppi á einum fjalli.) Sjálvandi varð slíkur maður ikki tikin fyri fult.

Al Gore profeterar eisini og metir um møguleikan at bjarga hesi vøkru bláu gongustjørnuni undan einari katastrofu. Og sjálvandi finnast eisini í dag kreftir, ið heldur ikki taka hendan mannin fyri fult.



Undir kalda krígnum í 1960-unum vóru tað summi, ið bygdu sær verjurúm undir jørð. Rúm, ið goymdu vatn, konserves, iltfløskur og soviposar.

Ein kendur virðisløntur danskur fysikari, ið hevði  fýra børn og føroyska aupair-gentu, gjørdi í hesum sokallaðu “glaðu trýssunum” eitt tílíkt jarn-armerað betongrúm undir jørð. Her skuldi øll familjan + aupairgenta vera, um atombardagin skuldi brostið á. Tá eins og nú hugsaði aupairgentan um, hvørjar tankar hesin vísi og væl lærdi professarin gjørdi sær um tann dag, tá ið oyðingin var avhasað.

Hvussu sá út í erva? Hvussu var tann heimurin, sum hansara bjargaðu børn kundu sleppast út í? Kundu tey í heila tikið sleppast út úr “ørkini”? Mundi nakað grønt blað vera at finna? Nøkur dúgva? Nakað vatn? Tað plágaði gentuna, at ein professari í fysikk skuldi hugsa, sum hann gjørdi.



Kvøldarroði og sólglottar. Mánin hálvur, norðanvindur og stjørnuklárt. “Norrøna” heldur avstað, meðan veðrið er gott, og flogførini sveima í fjarleikanum. Og nú ið árið fer at halla, koma stór tíðindi uttan úr heimi. Microsoft hevur eisini fingið eyga á hetta lítla brimbarda landið mitt í havinum. Bill Gates hevur funnið eitt postkort. Eina lítla litmynd av einum vøkrum føroyskum fjalli við navninum Sornfellið. Her er trygt. Her er ein “ørk”, eitt helli, sum kann verja alla heimsins vitan móti yvirgangi. Her kan ein trygdardepil vera.

Hetta er sama hellið, har Kalda Kríggið í síni tíð goymdi síni køldu loyndarmál. Hellið liggur í 749 metra hædd, so her skuldi verið trygt, um so allur ísurin á jørðini bráðnaði.

Føroyar kunnu gerast heimsins nalvi.


Oddvør Johansen