Nú er greitt, at gentubólkurin Destiny´s Child skal framføra á ársins Super Bowl.
Sambært blaðnum US Magazine fara tær amerikansku songkvinnurnar at syngja tríggjar sangir í hálvleikinum til finaluna í Super Bowl 3. februar.
Blaðið vil vera við, at talan verður um sangirnar "Bills Bills Bills", "Survivor" og spildurnýggi sangurin "Nuclear".
Sum skilst fer Beyoncé at byrja framførsluna við at syngja sítt egna stóra hitt "Crazy In Love".
Hetta verður fyrstu ferð síðani 2006 at tær tríggjar í bólkinum upptraðka saman. Í sama viðfangi geva tær út uppsamlingsfløguna "Love Songs".