Ein dómstólur í egyptiska ferðamannabýnum, Hurghada, hevur dømt fimm útlendingar til deyða, og teir skulu hongjast.
Teir fimm menninir vórðu í 2011 tiknir við egyptisku eysturstrondina við trimum tonsum av hasji umborð á báti sínum.
Ein av teimum dømdu er ein 74 ára gamal maður úr Bretlandi (myndin), tríggir úr Seychellunum og fimti maðurin, ein pakistanari, er dømdur í síni fráveru, tí tað eydnaðist honum at sleppa til rýmingar, eftir at hann annars var tikin saman við hinum.
Bretska uttanríkisráðið hevur mótmælt dóminum og lovar at gera alt fyri at deyðadómarnir ikki skulu verða framdir. Menninir hava rætt til at kæra deyðadómin inn fyri hægri rætt.