Deyðarevsing og oddagrein í Sosialinum

Ein av oddagreinunum í Sosialinum snúði seg um viðmerkingar í samband við 10. oktober, sum er aljóða dagur móti deyðarevsing. Viðmerkingar vóru serstakliga ímóti USA, sum framvegis fremur deyðarevsing. Kina, sum fremur flestu deyðarevsingarnar, varð ikki nevnt. Eisini mong onnur lond fremja deyðarevsing.

Tá ið USA varð nevnt, fram um onnur lond, ið fremja deyðarevsing, so var tað helst tí, at USA verður mett at vera so mikið meiri framkomið land, enn onnur, at deyðarevsing átti at verið søga. Nevnt varð í greinini, at deyðarevsing er avtikin í øllum teim europeisku londunum.
Men er tað púra rætt?

Eru fostur í móðurlívi ikki menniskju?
Dag og dagliga verða deyðadómar sagdir yvir fostur í móðurlívi – og deyðadómar verður framdur – í øllum Europa og kring heimin.
Tá ið vanliga verður talað um deyðarevsing, so verður einans talað um vaksin fólk og børn, sum eru fødd og borin í heim. Veruleikin er tann, at tað kemur fyri, at børn eru borin í heim, ið eru yngri enn tey, ið verða tikin við lógligari fosturtøku, og at læknar gera sítt ítarsta fyri at bjarga hesum hjálparleysu og smáu mannabørnum. Júst í hesi løtu veit eg um tvíburðar hjá vinfólkum, sum læknar stríðast fyri at bjarga, eftir at teir vórðu nógv ov tíðliga føddir

Dupultmoralur
Fólk hava ymiskar hugsanir um deyðarevsing og seta fram sínar grundir fyri hesum. Sjálvur eri eg ímóti deyðarevsing, bæði av vaksnum fólki og ósekum fostrum í móðurlívi.
Eg skilji ikki, at fólk, sum stríðast av øllum alvi móti deyðarevsing, men samstundis einki hava ímóti at børn verða týnd í móðurlívi og vilja berjast fyri lógum, sum loyva fosturtýning.
Av summum verður hetta nevnt mannarættur!
Tað er ikki mannarættur at taka lív Vit skulu ikki taka lív, men verja lívið, ið skaparin hevur givið okkum øllum.