Deyðbóltarnir og kroppurin hava stóran týdning

Nú spælararnir eru lidnir við upphitingina og eru á veg inn á vøllin, hevur Abraham Løkin, hjálparvenjari, uppskriftina upp á gott føroysku avrik og harvið úrslit.

Við Rás2 og Portalin sigur Abraham Løkin soleiðis:

Vit fara ikki at spæla so nógv øðrvísi á útivølli, enn vit hava gjørt á heimavølli. Í verjupartinum ræður tað nógv um at brúka kroppin. Í álopspartinum hevur tað sera stóran týdning, at vit fáa góða nyttu burtur úr deyðbóltunum. Um hetta fer at eydnast, so kann tað væl vera, at vit fer at hilnast væl. Hugburðurin og neyvleikin hava alstóran týdning.