Deyði fiskurin ikki tryggjaður

P/f Fiskaaling hevði ikki fiskin á Lívfiskastøðini í Skopun tryggjaðan. Sostatt fer eitt søluvirði fyri umleið 3 miliónir fyri skeyti. Men hetta er eitt val, ið má gerast, og nevndin hevur valt at tryggja genetiska arbeiðið við eisini at hava støð úti í Hesti.
- Trupult er at gera upp í peningi tað arbeiðið, ið er gjørt á genetiska økinum, sigur stjórin

Fleiri samanfallandi óhapp gjørdu, at fiskurin á Lívfiskastøðini í Skopun doyði leygarmorgunin. Fiskurin er ikki tryggjaður hjá nøkrum tryggingarfelag og missir P/f Fiskaaling tí eitt søluvirði áljóðandi einar 3 milliónir.
- Nevndin hevur valt at tryggja á tann hátt, at vit hava tvær støðir. Eina minni støð úti í Hesti. Hetta er fyri at tryggja seg á genetiska økinum og fyri at alt arbeiði, ið er gjørt innan alingina, ikki skal farast. Tí hetta kann illa gerast upp í peningi, sigur Hørður Wardum, stjóri á Fiskaaling.
Hann sigur, at mista søluvirði er áljóðandi einr 3 milliónur krónur. Men tað er eitt val, ið má gerast, hvussu ein metir um og tryggjar seg.
- Høvdu vit havt tryggjað fiskin í einum tryggingarfelag, so fingu vit pening aftur, men høvdu so ongan fisk. Og nógv arbeiði innan alingina hevði verið farið fyri skeyti. Tí er tað at val, ið má gerast, hvussu ein tryggjar seg, sigur Hørður Wardum.
- Sjálvsagt høvdu pengar verið kærkomnir í slíkari støðu, men tað kostar eisini at tryggja, sigur Hørður Wardum.
Fiskaaling er almen ogn. Hóast samanhang ikki er beinleiðis við nevndaravgerðina og almenna politikkin, so er almenni politikkurin á tryggingarøkinum, at ikki allar landsins ognir nýtast at vera tryggjaðar. Hetta hevur umsitingin gjørt greitt í rundskrivi.