Kaféin í Norðurlandahúsinum hevur stóran týdning fyri upplivingina hjá teimum vitjandi í húsinum. 

Tjóðhild Patursson fer at reka kaféina í Norðurlandahúsinum

Seinastu vikurnar hevur Tjóðhild Patursson havt støkk-upp-kaféina Titu í Norðurlandahúsinum. Nú er avtala gjørd við Tjóðhild um at halda fram at reka kaféina komandi trý árini.

Kaféin í Norðurlandahúsinum hevur stóran týdning fyri upplivingina hjá teimum vitjandi í húsinum. 

Tjóðhild gevur við Titu teimum vitjandi eitt stað at savnast og gleðast um góðan, einfaldan mat, sum er virkaður frá grundini - við støði í tí, sum árstíðini hoyrir til. Her kunnu tey vitjandi keypa sær frokost, køkur og okkurt til børnini - og maturin verður borðreiddur beinanvegin. Hetta er gott hjá teimum, ið hava skund. Tey, ið hinvegin ikki hava skund, kunnu altíð fáa sær ein kaffimunn afturat í koppin ókeypis.

Ein týdningarmikil partur av kafévirkseminum verður samstarvið um nýggja vakstrartunnilin, sum Norðurlandahúsið hevur sett upp saman við Býarfesti. Har eru urtir og grønmeti sett niður, sum verða tikin beinleiðis inn í køkin í Titu.Tunnilin verjir móti vindi og heldur einum jøvnum hita. Hetta gevur eina longri vakstrartíð.

"Vit fara at nýta nógv sløg av grønum sum salat, rukkola og spinat - og kryddurtir sum basilikum og blómukarsi”, sigur Tjóðhild.

Tjóðhild, sum umframt Titu eigur Ástaklokkuna í Tórshavn, gleðir seg nú til at virka mat í rúmari umstøðum:

“Í Norðurlandahúsinum er meira pláss. Tað gevur møguleika at matgera til fleiri fólk og at virka matin á annan hátt. Eg elski tað samspælið, sum er millum fólk, sum sita og eta saman - og samspælið millum kokkin og gestirnar", sigur Tjóðhild.

Tjóðhild hevur fingist við burðardygga matmentan í nógvum ymsum samanhangum - m.a. hevur hon havt skeið í at hava sankutøð, umframt skeið um súrdeiggj, jogurt o.s.fr. Harafturat fekk hon ársins grønu virðisløn í ár fyri sítt arbeiði. Tjóðhild fer eisini at hava verkstovur og tiltøk í Norðurlandahúsinum - eitt hús, sum hevur ein serligan týdning fyri hana:

“Tað var abbi mín, Erlendur Patursson, sum tók stig til at byggja Norðurlandahúsið. Eg havi vitjað Norðurlandahúsið gjøgnum alt mítt lív og havi nógv góð minni frá húsinum, heilt frá tá eg sum barn gekk til føroyskan dans í Dansistøvuni. Tí eri eg serliga glað fyri, at eg við Titu kann bjóða øðrum vitjandi í húsinum mat og góðar upplivingar.”

 

Tita er opið mánadag-fríggjadag kl. 9.00–16.00, leygardag kl. 10.00-16.00 og sunnudag kl. 12.00–16.00. Tita hevur eisini opið í sambandi við tiltøk í húsinum.

 

 

 

Kaféin í Norðurlandahúsinum hevur stóran týdning fyri upplivingina hjá teimum vitjandi í húsinum. 

Vakstrartunnilin er settur upp í eystaru síðu uttanfyri Norðurlandahúsið

Tjóðhild tekur grønt úr vakstrartunnlinum, men finnur eisini átuligar plantur í grasinum rundan um Norðurlandahúsið.