Deyðadømdur náðaður í evstu løtu

Ein maður, sum varð dømdur til deyða fyri dráp undir einum ráni í 2002, skuldi avrættast í Oklahoma í USA í dag.

 

Men, maðurin varð náðaður av guvernørinum í statinum bert fáar minuttir fyri ætlaðu avrættingina.

 

46 ára gamli, Tremane Wood, skuldi avrættast klokkan 17, norska tíð, og avrættingin skuldi fara fram í einum fongsli í McAlester í Oklahoma.

 

Guvernørurin í statinum, sum er republikanari, Kevin Stitt, náðaði hin deyðadømda bara nakrar minuttir fyri ætlaðu avrættindina.

 

Alternativið til avrættingina er, at nú kemur Tremane Wood at sita í fongsli alt lívið - uttan møguleikar fyri leyslating, veit tv2.no at siga.