Seinferð er onnur heildarútgáva hjá Leu Kampmann.
Huglag, tekstir og tónleikurin er vakur, inniligur og rúnabindandi. Framleiðslan er væl úr hondum greidd og sera gjögnumførd. Lea hevur í felag við Teiti Lassen, framleitt Seinferð.
Meðan onnur leita út í heim, leitar Lea J. K. heimaftur. Meðan fólk flest seta ferðina upp, setur 27 ára gamla tónlistakvinnan ferðina niður. Útgávan "Seinferð" er ein uppreistur móti nógvu ferðini í okkara samfelag í dag. Ein sansandi ferð inn í föroysku náttúruna, sum hvörki kann temjast ella stýrast til at seta ferðina upp. Ein ferð til röturnar og lívið hjá Leu heima í Vestmanna í Föroyum.
Manning:
Lea Kampmann - Sang, gittar og violin
Sara Flindt - Tangentar
Aske Frydenlund-Vad - Kassagittar
Lukas Loeb - Kontrabass og saksofon
Hetta sigur Tónleikasamtakið Grót í tíðindaskrivi. Tey ið eru 18 ár og yngri og eru limir í Tónleikasamtakinum Grót, hava ókeypis atgongd.











