Í annaðkvøld klokkan 19.45 spælir føroyska landsliðið seinasta HM-undankappingardystin á hesum sinni.
Í bólki L spæla okkara móti Kroatia á HNK Rijeka leikvøllinum í Rijeka.
Kroatia er fremst í bólkinum við 16 stigum, Kekkia hevur 13 stig, meðan Føroyar hava 12 stig.
Kroatia er eitt sera sterkt lið á heimavølli. Kroatar hava ikki tapt ein dyst á heimavølli í yvir tvey ár.
12. oktober í 2023 taptu kroatar í EM-undankappingardysti á heimavølli 0-1 fyri Turkalandi.
Síðani tann dystin hevur Kroatia spælt 10 dystir á heimavølli. Talan hevur verið um níggju sigrar, og ein 1-1 javnleik móti Portugal í undanfarnu Nations League kappingini.
Í hesum árinum hevur Kroatia spælt fýra heimadystir. Teir hava vunnið allar fýra, og málúrtøkan í hesum fýra heimadystunum er 14-1.
Kelda: Soccerstand











