Deyvatulkur til valfund

Fríggjadagin 17. januar frá 17-19 verður valfundur í Sjónleikarhúsinum, og har verður deyvatulkur til staðar Á einum valfundi hjá Rás 2 í Sjónleikarhúsinum herfyri gjørdi ein spyrjari vart við, at ein stórur samfelagsbólkur verður hildin uttanfyri valstríðið. Tey tunghoyrdu og deyvu hava ongan møguleika at fylgja við í, hvat fer fram á valfundum.

Elin Winther Poulsen, sum var annar av orðstýrarunum á fundinum, var skjót at lova, at til næsta valfund hjá Rás2 í Sjónleikarhúsinum skuldi ein deyvatulkur vera til staðar. Og fríggjdagin kl 17 fæst sjón fyri søgn.

Eftir fundin verður eisini møguleiki at síggja fundin, við deyvatulki, sum kykmynd her á Portalinum.