Dia boðsendir 16 spælarum

16 spælarar eru í bruttuhópinum, sum Dia Midjord og Kári Nielsen, hava úttikið til landsdystin ímóti Grønlandi nú mikukvøldið, 21. januar, kl 19.

Talan er bara um spælarar, sum umboða feløg í fremstu røð í føroysku kappingini.

Spælararnir eru: Sámal Joensen, Agnar Joensen og Áki G. Olsen úr VÍF.

Hans Áki Dal-Christiansen, Janus Einar Sørensen, Høgni Klein, Josef Abrahamsen og

Lars Black, sum er málverji, úr Kyndli.

Tróndur Kragesteen, Finnur Hansson,Karl Herup Olsen og Áki Mørk úr Neistanum, Janus Sørensen, Regin Joensen, Esbern Patursson og

Levi Nybo, sum er málverji, úr H71.

Landsliðið venur mánakvøldið kl. 20-21 í Hoyvíkshøllini og týskvøldið kl. 20:30-22:00 á Hálsi í Havn.

Dysturin Føroyar-Grønland verður

mikukvøldið kl 19:00 á Hálsi í Havn.