Diabetesfelagið og Steno Miðstøðin skipa fyri tiltaki á Diabetisdegnum

Í sambandi við Altjóða diabetesdagin 2025 bjóða Diabetesfelagið og Steno Miðstøðin øllum áhugaðum til eitt spennandi kvøld í Smæruni við framløgum og práti

Tiltakið verður í Smæruni, 11. november 2025, klokkan 19.00-21.00

 

Skrá

 

Kl. 19.00 – Vælkomin

 

Kl. 19.15 – May-Britt Skoradal, lektari, heldur fyrilestur um granskingarverkætlan um heilsufótbólt til fólk við diabetes 2, sum Fróðskaparsetur Føroya og Steno Miðstøðin hava tikið stig til.

 

Kl. 20.00 – steðgur

 

Kl. 20.15 – Herborg Líggjasardóttir Johannesen, serlækni í hormonsjúkum, heldur fyrilestur um medisinska fitiviðgerð og diabetes

 

 Kl. 21.00 – Tiltakið endar

 

Kaffi, te og okkurt gott afturvið verður at fáa.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin!