Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Bill Justinussen, setti 29. januar 2003 ein arbeiðsbólk at gera álit um viðgerðarviðurskiftini hjá sjúklingum við typu 2 diabetes. Flestu diabetikarar hava typu 2 diabetes, sum er ein veikari útgáva enn typa 1 og tískil eisini torførari at uppdaga og staðfesta.
Hósdagin 1. september handaði arbeiðsbólkurin landsstýrismanninum álitið, og Jens Andreassen, deildarlækni á Landssjúkrahúsinum, helt fyrilestur um úrslit og tilmæli, bólkurin er komin fram til í arbeiðinum.
20 ár uppá spæl
Í lýsingunum av viðgerðartørvinum hjá typu 2 diabetikarum er sambært álitinum ein høvuðsstrupulleiki, at sjúkan ofta verður seint staðfest og uppdagað, ofta eftir at hon hevur gjørt um seg í 10 ár.
- Við viðgerð kann lívið hjá einum diabetikara leingjast við umleið 20 árum, umframt at lívsgóðskan kann økjast munandi, og tískil stendur nógv uppá spæl, segði Jens Andreassen í fyrilestri sínum hósdagin í Heilsumálaráðnum.
Á henda hátt leggur arbeiðsbólkurin stóran dent á undirvísing og upplýsing av typu 2 diabetes, har sjúklingurin fær innlit í álvarsligu sjúkuna og kann taka støðu til tey mongu medisinsku viðgerðartilboðini, sum í dag kunnu veitast og standa sjúklinginum frítt í boði.
Umframt undirvísing og upplýsing er eftirlit sambært arbeiðsbólkinum ein týðandi partur, og eigur hvør sjúklingur sambært reglunum at kannast fýra ferðir um árið. Vekt, feittinnihald, nýru, blóðtrýst, elektrokardiogram (EKG) og miðalblóðsukur eru nøkur dømi um, hvat læknar eiga at hava eftirlit við hjá einum diabetikara.
Ambulatorriivirksemi í Klaksvík og Suðuroy
Eftir at hava lýst viðgerðartørvin hjá typu 2 diabetikarum í Føroyum vísti Jens Andreassen á nakrar ítøkiligar broytingar, bólkurin skjýtur upp í álitinum.
- Ein av niðurstøðunum er at fáa sett á stovn ambulatoriivirksemi í Klaksvík og Suðuroy í tøttum samstarvi við Landssjúkrahúsið, umframt at ambulatoriivirksemið í Havn verður økt við samsvarandi uppnormeringum, vísti Jens Andreassen á.
Umframt hetta eru onnur tilmæli í álitinum at skipa regluliga undirvísing fyri starvsfólk tengd at økinum, at seta á stovn diabetesskúla og skapa møguleikar fyri elektroniskum diabetesjournali, og eisini ynskir arbeiðsbólkurin at gera ein bókling til diabetikarar og at kunna veita sjúklingum elektrofysiologiska kanning av hjartanum.
Jens Andreassen greiddi víðari frá, at diabetesambulatoriini skulu profilerast eftir førimuni við kostráðgevum, diabetessjúkrarøktarfrøðingar og læknum.
2400 tilburðir í Føroyum
Hóast eingi ávís tøl eru gjørd í Føroyum, vísti Jens Andreassen við støði í donskum hagtølum á, at umleið 2400 typu 2 diabetikarar kunnu væntast at vera í Føroyum.
- Samanbera vit við danir eru í dag 1200 typu 2 diabetikarar í Føroyum, sum eru tilvitaðir um sjúkuna, og aðrir 1200 sjúklingar, sum ikki vita, at teir hava álvarsomu sjúkuna, segði Jens Andreassen í framløguni vegna arbeiðsbólkin.
Lagt varð afturat, at málið júst er at fáa upplýst og staðfest sjúkuna skjótast gjørligt, tí diabetes sjúklingar uttan viðgerð doyggja alt ov tíðliga av heila og hjartatrupulleikum.
Bill vil fremja broytingar
Eftir fyrilesturin hjá deildarlæknanum tók heilsumálaráðharrin Bill Justinussen stutt orðið, og vísti hann á takksemi sítt fyri álitið og vísti í sama viðfangi á, at Heilsumálaráðið ynskir at fremja broytingar og virka fyri framstigum á økinum.
- Vit fara aktivt at arbeiða fyri, at tilmælini frá arbeiðsbólkinum verða gingin á møti og tiltøkini sett í verk, og eftir mínum tykki er talan um ein bíligan og góðan pakka, arbeiðsbólkurin er komin fram til, vísti Bill Justinussen á.
Sostatt er allar orsøkir at vænta mennandi átak frá politiskari síðu í framtíðini, og skulu tilmælini fylgjast hjá arbeiðsbólkinum skal 1,4 millión nýtast at basa typu 2 diabetes í Føroyum í framtíðini.