Dimma flýtur tungt

Frá at vera so nógv tann størsta fjølmiðlafyritøkan í landinum, er Dimmalætting í dag nærum ein viðfáningur av sær sjálvum. Fíggjarliga styrkin er framvegis stór, men við verandi rakstrargongd kann skjótt fjarða í kassanum

Roknskapur

Setningurin hjá nýggja stjóranum og blaðstjóranum á Dimmalætting tykist púrasta greiður. Búskaparliga gongdin hjá felagnum skal vendast, soleiðis at lønandi rakstur aftur fæst í blaðpartin av konsernini.
Tí hóast Dimmalætting sum konsern hevur havt hampuliga góð úrslit. Og hóast fyritøkan við eini eginogn á nærum 30 mió kr. er væl konsoliderað, so hevur talan á ongan hátt verið um nakað gullnám seinnu árini.
Raksturin sjálvur gav í 2005 eitt hall á 4.303.000 kr. áðrenn rentur. At talið á botnlinjuni kortini bara vísti eitt minus á 1.161.000 kr., komst av avkastinum, sum dótturfeløg og atknýtt feløg góvu, eins og kapitalavkastið ikki var heilt einki.
Serstakliga hevur ognarparturin í Prentmiðstøðini givið eitt gott ískoyti, umframt at talan helst er um eina heilt munandi leiguupphædd, sum Prentmiðstøðin rindar við Smyrilsvegin.
Men í aðrar mátar tykist gongdin venda púrasta skeiva vegin. Eitt støðugt fall í bruttovinninginum, saman við falli í áogn av sølu bendir á eina kraftiga umsetningsminking, og útsagnirnar hjá fráfarandi blaðstjóranum benda greitt á tann bógvin, at blaðsølan skal økjast. Hesin segði í øllum førum, at málið um 5% vøkstur í leysasøluni ikki varð rokkið, og at hetta var ein av beinleiðis orsøkunum til, at hann nú hevði sagt seg úr starvi.
Í 2004 og 2003 vóru roknskapartølini meira positiv, men fyri bæði árini var galdandi, at millióna upphæddir vórðu inntøkuførdar, tí bygningar vórðu seldir úr felagnum. Í 2003 var talan um gamla Dimmu-bygningin, sum Tryggingarfelagið keypti, og í 2004 varð bygningurin, har Team85 áður húsaðist, seldur til Føroyaprent, sum Dimmalætting stovnsetti saman við Hestprent. Samanlagt góvu hesar sølur ein roknskaparligan vinning, sum eftir øllum at døma hevur ligið um tær 11 mió kr.