Dimmalætting hevur nú fingið nýggjan stjóra

Nú stjórnar Poul Hansen sjálvur Dimmalætting.

 

– Ja, vit hava sett nýggjan stjóra og gjørt broytingar í nevndini. Men ongar broytingar eru gjørdar í ognarviðurskiftunum í Dimmalætting.

 

Tað sigur Poul Hansen, stjóri og eigari í P/F Kimbli, sum eigur P/F Dimmalætting.

 

Fyri sløkum tveimum mánaðum fór stjórin, Sveinur Tróndarson, úr starvi, og síðani tá hevur Dimmalætting ongan stjóra havt.

 

Poul Hansen sigur, at hann hevur sjálvur tikið við sum stjóri í P/F Dimmalætting. Hann er samstundis farin úr nevndini. Nýggju nevndarformaður er Erland Poulsen.

 

Samstundis eru Leif Láadal og Emil L. Jacobsen farnir úr nevndini

 

Nýggjur nevndarlimur er Niklái Nysted, stjóri í Sp/f Knassum, sum rekur Portal.fo. Poul Hansen hevur verið nevndarformaður í Knassum seinastu trý árini. Ávíst samstarv er millum Portalin og Dimmalætting.

 

Spurdur um nýggur peningur er settur í felagið sigur Poul Hansen:

 

– Lat meg bara siga tað soleiðis, at vit hava skapt frið um felagið til vit koma inn í nýggja árið.

 

Poul Hansen leggur dent á, at allar broytingarnar eru gjørdar í fullari semja.

 

Georg L. Petersen heldur fram sum ábyrgdarblaðstjóri í Dimmalætting.