Djóraverndarfelagið: – Latið haruungarnar liggja

Djóraverndarfelagið heitir á fólk um at lata haruungarnar liggja

Djóraverndarfelagið skrivar soleiðis á Facebook:

 

– Haran leggur tríggjar ferðir um árið: Fyrsta løgan er í februar-mars, onnur í mai-juni og triðja løgan er í august-september. Haruungarnir eru einsamallir og klára seg sjálvir størsta part av degnum, men um kvøldið leita teir aftur til harusetrið, har teir møta mammuni og fáa at súgva. Eftir 5-15 min. fara tey aftur hvør til sítt.

 

– Haruungin dugir alt fyri eitt at krógva seg sum tær vaksnu harurnar, men kemur man ov nær honum í haganum, leggur hann seg flatan og liggur púra kúrrur.

 

– Um haruungin liggur á óhepnum stað, tildømis á einari gøtu har nógv fólk ganga, á einum byggiplássi ella líknandi, kann man flyta hann. Tá er tó týdningarmikið at flyta ungan so stutt sum møguligt, so hann kann finna aftur til harusetrið um kvøldið. Samstundis er tað umráðandi at man ikki nemur beinleiðis við pelsin, men hevur eitt klædnastykki ella líknandi ímillum seg og ungan.