Hundar, hestar, hvalir, fuglar og ryggjargeislin á einum augusti – hetta eru bert ein brotpartur av forvitnisligari list sum er at síggja á Listasavninum.
- Her eru bæði djór úr havsins dýpi og bláa himmalinum. Framsýningin hóskar seg serstakliga væl til familjur við børnum, tí nógv er at síggja og práta um. Fyri at fáa íblástur til prátið er eitt ark við spurningum til taks, boðar Listasavnið frá.
Nógv ymisk tøkni er umboðað á framsýningini, so sum ymisk sløg av grafikki, stórir og smáir málningar, standmyndir og brúkslist. Flestu verkini eru gull úr goymsluni, og eini tvey verk eru lænt uttanífrá, skrivar Listasavnið.
- Sum nakað heilt serligt vísa vit runt í framsýningini í barnahædd tveir leygardagar í desember. Rundvísingar verða 5. og 12. desember kl. 15, og tær eru ókeypis. Øll eru hjartaliga vælkomin, serliga børnini.
Framsýningin ”Krákur í kava og blái drekin við bilinum” er opin til 7. februar. Opið er millum 13 og 16 allar dagar uttan mánadagar.