Ein dómur fann longu í 2023 Trump sekan í kynsligum ágangi og ærumeiðing móti Carroll. Hann varð tá dømdur at rinda tvær milliónir dollarar fyri kynsliga ágangin og tríggjar milliónir dollarar fyri ærumeiðing.
Í farnu viku noktaði hægstirættur í USA at taka upp kæruna frá Trump. Tí er dómurin nú endaligur, skrivar AFP.
E. Jean Carroll, sum í dag er 82 ára gomul, er fyrrverandi journalistur og blaðstjóri. Hon hevur ákært Trump fyri at hava neyðtikið seg í einum prøvarúmi í handlinum Bergdorf Goodman í New York í 1996.
Trump hevur alla tíðina noktað seg sekan.











