HSF skrivar:
- U20-menn: Serbar sigraðu í seinna hálvleiki
Hóast framúr flottan fyrra hálvleik, var góða føroyska avrikið ikki nóg mikið at vinna á Serbia.
Bæði liðini løgdu hart fyri í fyrra hálvleiki. Føroyska 5-1 verjan var ágangandi og hetta trýsti serbar til fleiri mistøk. Sum heild høvdu serbar trupult við at spæla seg til góðar møguleikar fyrstu løtuna. Serbiski liðformaðurin Uros Stankovic helt Serbia inni í dystinum í fyrra hálvleiki. Bjarni Gunnarson Jacobsen hevði eisini fleiri góðar bjarginar í føroyska málinum.
Føroyska álopsspælið var fjølbroytt, og varð leikt við nógvari ferð. Føroyingarnir spældu seg til møguleikar allastaðni á vøllinum, og serliga var Jákup Egholm eyðsýndur við sínum sjey málum í fyrra hálvleiki.
Serbar funnu flogið eina løtu, og minkaðu niður í eitt mál á muni stutt fyri steðgin. Jákup Egholm og Rúnar Hammer svaraðu skjótt aftur og løgdu Føroyar á odda 14-17, sum eisini var hálvleikstøðan.
Serbar spældu veruliga við vøddunum í seinna hálveiki. Við tveimum hørðum takklingum fingu teir útvísing og reytt kort. Hetta yvirtalið megnaðu føroyingarnir ikki at gagnnýta, og eftir bert seks minuttir í seinna hálvleiki var Serbia á odda. Harða serbiska verjuspælið elvdi til enn eitt reytt kort, tá Pauli Rasmussen varð tikin í skotarmin. Hetta sá út til at savna føroyingarnar, og stutt eftir hesa støðuna var javnleikur 27-27.
Seinastu løtuna gjørdu bæði liðini mistøk, og misnýttu stórar málmøguleikar. Serbar vóru grammari og fangaðu onkran returbólt, sum gjørdi tað trupult hjá føroyingunum at koma á javnt, hóast vakurt spæl í fleiri umførum.
Føroyingarnir minkaðu niður í eitt mál á muni, tá Pauli Rasmussen skoraði til 32-31. Hálvur minuttur restaði í, men serbar varveittu bóltin inntil seinastu løtuna tá Bjarni fekk sína síðstu bjarging í dystinum.
Hóast Føroyar ikki fingu stig í dag, kann málmunurin verða avgerðandi seinni í bólkaspælinum. Skrivar HSF.
Dystargongdin Serbia – Føroyar
10 min. 5-6
20 min. 9-12
30 min. 14-17
40 min- 22-20
50 min. 26-25
60 min. 32-31
Málskjúttar hjá Føroyum:
Jákup Egholm 12 (6)
Pauli Rasmussen 7
Fríði Holm í Innistovu 4
Rúnar Hammer 4
Magnus Árason 2
Erling Erlendsson 1
Torkil Dahl 1 (1)
Málverjar:
Bjarni Gunnarson Jacobsen. 55 min, 12 bjargingar, 31%
Ingi Johannesen. 5 min. 1 bjarging, 17%











