Paul Watson-bólk­ur bjóð­ar løn fyri upp­lýs­ing­ar um hvalaveiðiskip

Umhvørvisfelagsskapurin hjá hvalaverndarmanninum Paul Watson bjóðar nú 250.000 íslendskar krónur til fólk, sum kunnu geva upplýsingar um, hvar íslendsku hvalaveiðiskipini eru.

Tað svarar til umleið 13.000 danskar krónur.

Endamálið er at finna skipini, so roynt kann verða at steðga hvalaveiðuni. Tað skrivar íslendska blaðið Morgunblaðið. (Mbl.is)

Sambært felagsskapinum hava tað higartil ikki eydnast teimum at finna skipini, sum eru farin á veiðu.

Tilboðið kemur, meðan kjakið um hvalaveiðu í Íslandi aftur er kyknað. Stuðlar hjá Paul Watson hava í fleiri ár roynt at steðga hvalaveiðu við mótmælum á sjónum.

Íslendska hvalaveiðan er lóglig og verður framd sambært galdandi reglum og veiðuloyvum frá íslendsku myndugleikunum.

##med2##

 

##med3##