Klokkan 12.30 spælir føroyska U20-manslandsliðið annan dystin í innleiðandi bólki B í EM-endaspælinum í Rumenia.
Dysturin verður móti Turkalandi, ið tapti heili 32-50 fyri Sveis. Føroyar taptu tepurt í fyrsta dystinum 31-32 (17-14) fyri Serbia.
Portalurin vísir dystin, og ljóðfrásøgnin hoyrist á FM1.
Føroyar hava eina risastóra favorittstøðu hjá fimm altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á føroyskan sigur eru hjá øllum fimm veddingarfyritøkunum so lág sum 1,01. Allar fimm veddingarfyritøkurnar hava odds 15,00 upp á turkiskan sigur.
##med2##












